Føroyingar á Berlinaluni

Føroyingar á Berlinaluni
Síðstu dagarnar hava leikstjórar, framleiðarar og filmsfakfólk úr Føroyum verið við á filmsstevnuni Berlinale í týska høvuðsstaðnum, Berlin.
 
19.02.2023 - 18:40

Berlinalan er ein hin týdningarmesta filmsstevnan, tá ið tað kemur til fígging, sølu, keyp og samstarv um filmsverkætlanir.

Hesar dagarnar hava føroysku filmsfólkini hitt hópin av keyparum, framleiðarum og filmsvinnufólkum.

Ein grein um framtíðina hjá føroyskum filmi – bæði um føroyskar framleiðslur og broytingar í lógini um afturbering í sambandi við filmsframleiðslu, kom í gjár, og hevur hon vakt ans í vinnuni.

Umrøðan og áhugin hava eisini gjørt sítt til, at sannur gravgangur hevur verið á føroyska básinum í dag.

Føroyska filmshúsið, sum er limur í Nordic Film Commissions, skipar í morgin saman við hinum Norðurlondunum fyri Nordic Monday á filmsstevnuni í Berlin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Hósdag 1. mai
RagnarRokk:Jerry Prütz um Manifesto
190922
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117