- Tíðindi, mentan og ítróttur
Finalistarnir hjá monnum skulu finnast
Tvær spennandi hálvfinalur í steypakappingini í manshondbólti eru á skránni í dag, tí hóast fyrru hálvfinalurnar blivu spældar hóskvøldið, er einki avgjørt.
Seinnapartin í dag klokkan 16.00 tekur KÍF ímóti StÍF í Kollafirði, har kollfirðingar skulu royna at reisast aftur, eftir at teir í fyrru hálvfinaluni taptu við tveimum málum fyri strandingum.
Ikki verður tað minni spennandi í Hoyvíkshøllini klokkan 19.00, tá ið H71 tekur ímóti oddaliðnum í landskappingini, VÍF, tí fyrra hálvfinalan teirra millum í Vestmanna endaði við javnleiki.
Favorittarnir víðari hjá kvinnum
Hjá kvinnum gjørdist í gjárkvøldið greitt, at tað verða H71 og Kyndil, ið skulu spæla steypafinalurnar.
Hóast H71 tapti við einum máli fyri Neistanum, sum í Hoyvíkshøllini vann 29-28, broytti tað einki, tí H71 vann fyrru hálvfinaluna mikukvøldið við heili níggju málum.
Kyndil vann í gjár í høllini á Hálsi í Havn við trimum málum á Stjørnuni, 23-20, so talan gjørdist um greiðan samlaðan sigur til Kyndil, ið mikukvøldið vann við fýra málum norðuri í Klaksvík.