USA fær arktiskan sendimann

USA fær arktiskan sendimann
Granskarin Michael Sfraga er settur í starvið
Michael Sfraga verður amerikanskur sendimaður í Arktis.
 
17.02.2023 - 09:16

Fyri fyrstu ferð skal USA hava arktiskan sendiharra, og nú hevur forsetin, Joe Biden, funnið mannin, sum skal røkja nýggja starvið.

Talan er um granskaran, Michael Sfraga, úr Alaska.

Sfraga er í løtuni formaður í eini amerikanskari granskingarnevnd í Arktis. Hann hevur sjálvur granskað nógv í økinum og hevur stóran kunnleika til arktiska landafrøði og politikk, skrivar miðilin, Alaska Beacon.

Tað var í august í fjør, at boð komu úr Hvítu Húsunum um, at ein arktiskur sendiharri skuldi setast.

Amerikanska kongressin skal góðkenna Michael Sfraga, áðrenn hann kann taka við starvinum sum arktiskur sendimaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109