Skotland: Umhugsa hvussu tað slepst víðari við loysingini

Skotland: Umhugsa hvussu tað slepst víðari við loysingini
Nicola Sturgeon leggur frá sær sum forsætisráðharri, men hon verður sitandi, til nýggjur leiðari er valdur í skotska tjóðskaparflokkinum
Nicola Sturgeon leggur frá sær sum forsætisráðharri í Skotlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.02.2023 - 13:50

Skotski tjóðskaparflokkurin fer nú at umhugsa, hvussu tað slepst víðari við málinum um loysing, eftir Nicola Sturgeon, skotski forsætisráðharrin, mikudagin boðaði frá, at hon leggur frá sær.

Tað sigur Kate Sanderson, sum er føroysk sendikvinna í Bretlandi.

Nicola Sturgeon segði mikudagin, at hon heldur tað hvørki vera rætt hjá sær, ella hjá Skotlandi, at hon heldur fram í starvinum.

Sturgeon heldur eisini, at tørvur er á nýggjum fólki til tess at fáa breiðar semjur um tyðandi mál.

 

Kate Sanderson er føroysk sendikvinna í Bretlandi.

 

Væntandi verður nýggjur leiðari fyri skotska tjóðskaparflokkin, og harvið nýggjur forsætisráðharri fyri Skotland, valdur seinast í mars.

Sturgeon verður sitandi, til nýggjur leiðari er valdur.

Hoyr Kate Sanderson, sendikvinnu, sum var í Breddanum fyrrapartin:

 

17022023_Kate_Sanderson

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109