Russar fáa ikki ukrainskt landøki í friðaravtalu

Russar fáa ikki ukrainskt landøki í friðaravtalu
Vit gera onga neyðsemju við Putin, tí einki álit er á honum, sigur ukrainski forsetin
Zelensky, forseti, vísir aftur møguleikanum fyri, at Ukraina fer at lata Russlandi landsøki í sambandi við eina friðaravtalu.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.02.2023 - 15:29

Ukrainski forsetin, Volodymir Zelenskyj útihýsir møguleikanum fyri  at lata russum ukrainskt landaøki í eini friðaravtalu við Russland.

- Fær Putin fyrst landaøki, fer hann at krevja meira, sigur Zelenskyj í samrøðu við BBC, nú skjótt eitt ár er liðið síðani russisku innrásina í Ukraina.

- Ein og hvør semja um landøki ger okkum veikari sum ríki, segði Zelenskyj við bretska kringvarpið.

- Tað snýr seg ikki um tað at gera neyðsemju. Hví skulu vit stúra fyri tí? Vit gera fleiri milliónir neyðsemjur í lívinum. Men spurningurin er: Við hvønn? Neyðsemja við Putin? Nei, tí einki álit er á honum, segði Zelenskyj við BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109