Nord Stream: Russland vil hava sabotasjuna kannaða

Nord Stream: Russland vil hava sabotasjuna kannaða
Amerikanskur journalistur vil vera við, at amerikanskir kavarar løgdu spreingievni við gassleiðingina í juni í fjør
Bæði USA og Noreg hava víst aftur, at tey hava verið við til at sabotera Nord Stream gassleiðingina, men Russland vil hava ST at kanna uppáhaldið.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.02.2023 - 08:44

Russiska duman, sum er onnur tingdeildin í russiska tjóðartinginum, heitir nú á ST um at seta í verk kanning av tí, sum hendi, tá ið sabotasja var framd móti Nord Stream gassleiðingini. 

Hetta hendir, eftir at amerikanski journalisturin, Seymour Hersh, í síðstu viku skrivaði í einum bloggi, at kavarar úr USA í juni í fjør løgdu fjarstýrt spreingievni við gassleiðingina, og tríggjar mánaðir seinni sprongdu teir tað við hjálp frá eini norskari ekkolodd-boyu.

Hersh hevur ikki beinleiðis lagt fram prógv fyri uppáhaldini, men vísir til ónevnda keldu. 

Hann sigur eisini, at Noreg hjálpti til við njósning og at leggja atsóknina til rættis.

 

 

Heilaspuni

Hvítu húsini í USA vísa hesum aftur og siga, at hetta er heilaspuni, og eisini norska uttanríkisráðið svarar norska TV2, at hetta er reinur heilaspuni.

Men sjálvt uttan prógv, hevur uppáhaldið vakt ans í Russlandi, sum fleiri ferðir hevur sagt, at USA kann hava skipað fyri sabotasjuni móti gassleiðingunum, sum flyta russiskt gass til Týsklands.

85 ára gamli Seymour Hersh vann í 1970 Pulitzer-journalistvirðislønina fyri at hava avdúkað My Lai-hópdrápið í Vjetnam, og hann hevur m.a. skrivað nógv um Watergategøluna.

Nú hann er vorðin eldri, er hann lagdur undir at bera samansvørjingar út sum tíðindi, og funnist verður at honum fyri áhaldandi at brúka "loyniligar" keldur, sum eingin annar hevur kunnað váttað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109