- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunan eigur at skapa betri trivnað á stovnunum
Kommunan eigur at skapa betri trivnað á stovnunum
Jenny Old er ein av námfrøðingunum, sum hevur sagt seg úr starvi á dagstovni í Havn

Tað hevði gjørt mun, um námsfrøðingar og hjálparfólk fingu betri løn eitt tíðarskeið, meðan trýstið er so stórt, heldur Jenny Old, sum er farin úr starvi sum námsfrøðingur. (Savnsmynd)
17.02.2023 - 14:24
Tað er nóg mikið av tímum, peningur trýtur heldur ikki, men starvsfólk mangla.
Men hví støðast námsfrøðingar ikki í dagstovnunum í Havn?
Jenny Old er ein av námsfrøðingunum, sum hevur sagt seg úr starvi í seinastuni.
Hon eftirlýsir, at kommunan skapar betri trivnað á stovnunum.
Og tað hevði eisini gjørt mun, um námsfrøðingar og hjálparfólk fingu betri løn eitt tíðarskeið, meðan trýstið er so stórt.
Hoyr samrøðu við Jenny Old í útvarpstíðindunum:
17022023_Jenny_Old
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV