Gassið ikki verið so bíligt síðani 2021

Gassið ikki verið so bíligt síðani 2021
Fyrrapartin í dag var prísurin 50 evrur fyri megawatt-tíman, sum er lægsti prísur síðani á sumri í fyrraárið
Eftirspurningurin eftir gassi hevur verið minni enn væntað, tí veturin hevur ikki verið so kaldur, og fólk hava spart streym.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.02.2023 - 15:22

Prísurin á gassi lækkaði í dag niður á lægsta stig síðani august 2021. 

Tað vísir eitt yvirlit hjá evropiska gass-keypsskálanum, TTF, í Hollandi.

Eftir russisku innrásina í Ukraina 24. februar í fjør, hækkaði prísurin fyri gass, og fór upp í 300 evrur fyri megawatt-tíman.

Fyrrapartin í dag er prísurin 50 evrur fyri megawatt-tíman, sum er lægsti prísur síðani á sumri 2021.

Evropa hevur keypt nógv gass úr Russlandi, og tí elvdi innrásin til orkukreppu á evropiska meginlandinum í fjør. 

Í ár hevur eftirspurningurin ikki verið so stórur sum mett var, tí veturin hevur ikki verið so kaldur, og fleiri tiltøk eru framd fyri at spara streym.

Og fleiri lond hava eisini lagt gass inn undir seg og spart uppá gassið, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109