
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sýria: Stríðast framvegis fyri at fáa neyðhjálp

Hálvonnur vika er nú liðin, síðani hørðu jarðskjálvtarnir raktu Sýria og Turkaland, og framvegis stríðist Jinderies-landsparturin í útnyrðingspartinum av Sýria fyri at fáa neyðhjálp.
Støðan er serliga hættislig í Sýria, har 12 ára gamla borgarakríggið hevur tarnað neyðhjálparfelagsskapum at koma við neyðhjálp, og fleiri dagar við samráðingum um, hvussu hjálpin skal koma inn í landið, og ikki minst, hvussu hon skal býtast.
(Mynd: AP)
Summi, sum hava mist hús og heim, siga, at tey onga hjálp hava fingið.
Mahmoud Haffar, leiðari í lokal-ráðnum í býnum Jinderis, sigur, at fólkið í økinum hevur higartil útvegað 2.500 tjøld, men einar 1.500 familjur hava framvegis einki skjól, nú minus 4 stig eru um náttina. 3.900 húski hava ikki tak yvir høvdið.
(Mynd: AP)
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Ljóðið í innslagnum var frá AP-tíðindastovuni, og upptøkurnar eru frá í gjár.