- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spennandi hálvfinalur í kvøld
Oddaliðið í landskappingini, VÍF, tekur ímóti H71, og KÍF vitjar StÍF á Skála, tá fyrru hálvfinalurnar í Faxe-Kondi steypakappingini skulu spælast í kvøld.
Vestmenningar hava ikki tapt ímóti H71 í ár, men allir dystirnir hava verið rættiliga javnir. Fyrsta dystin vann við einum máli í Hoyvík, annar dysturin endaði við javnleiki í Vestmanna og seinast liðini spældu ímóti hvørjum øðrum, vann VÍF við tveimum málum í Hoyvík.
KÍF og StÍF hava spælt tveir dystir ímóti hvørjum øðrum í landskappingini í ár. Hin fyrra vunnu kollfirðingar á heimavølli 33-27, og fyri kortum vunnu strandingar 32-26 á Skála.
Dysturin í Vestmanna byrjar klokkan 18:00, meðan dysturin á Skála verður klokkan 20:00.
Lítil spenningur hjá kvinnunum
H71 hevur minst annað beinið í steypafinaluni við kvinnum. Hoyvíkingar vunnu 35-26 á Neistanum á Hálsi í fyrru hálvfinaluni í gjár.
Eitt vet av spenningi er í hinari hálvfinaluni. Kyndil vann við fýra málum ímóti Stjørnuni í Klaksvík, so tað verður trupult - men ikki ógjørligt - hjá teimum reyðu í Havn leygardagin.