Skarva 100 mió. kr. av ríkisveitingini í hesum valskeiðnum

Skarva 100 mió. kr. av ríkisveitingini í hesum valskeiðnum
Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2023 minkar ríkisveitingin 25 milliónir krónur, og í 2026 er hon komin niður á 541,8 milliónir
Landsstýrið hevur boðað donsku stjórnini frá, at ríkisveitingin skal minka 25 mió.kr. um árið næstu fýra árini.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.02.2023 - 12:10

Ríkisveitingin úr Danmark skal minka 100 milliónir krónur í hesum valskeiðinum, so hon verður 541,8 milliónir í 2026.

Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2023 minkar ríkisveitingin 25 milliónir.

Landsstýrið hevur boðað donsku stjórnini frá, at ríkisveitingin skal minka 25 mió.kr. um árið næstu fýra árini.

Í fjør var ríkisveitingin 641,8 mió. kr. Tað hevur hon verið síðani 2015.

Í donsku fíggjarlógini fyri 2023 eru 641,8 mió. kr.

Fullveldissamgongan skerdi og fastfrysti ríkisveitingina í 2001. 

Ríkisveitingin var tá 995 milliónir krónur og minkaði ein triðing, 366 milliónir krónur.

Stív tíggju ár seinni var ríkisveitingin prístalshækkað 26 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
LEITISSTEIN 18.03.2025 (FMA 2025)
189394
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238