- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kinesiski forsetin boðin á vitjan í Iran
Kinesiski forsetin boðin á vitjan í Iran
Iranski forsetin hevur verið á vitjan í Beijing seinastu dagarnar

Iranski forsetin hevur verið á vitjan í Kina, og nú hevur hann boðið kinesiska forsetanum til Iran.
Mynd: Ritzau Scanpix
16.02.2023 - 16:02
Kinesiski forsetin, Xi Jinping, hevur tikið av innbjóðingini um at koma á almenna vitjan í Iran.
Ebhramhin Raisi, forseti í Iran, hevði boðið Jinping á vitjan, sæst í felags kunning frá Iran og Kina.
Raisi hevur verið í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing í tríggjar dagar.
Hava tætt samband
Endamálið við ferðini er at styrkja búskaparliga samstarvið millum londini.Enn er ikki greitt, nær vitjanin í Iran verður.
Iran og Kina hava tætt búskaparligt samstarv m.a. um orku, landbúnað, handil og íløgur.
Kina er størsti handilsfelagi hjá Iran, skrivar NTB.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV