- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hita Tinganes við sjóvarhita

Bygningarnir í Tinganesi skulu hitast við sjóvarhita.
Hetta ætlar Løgmansskrivstovan, sum hevur sett tvær mió. kr. av til verkætlanina í ár á fíggjarlógini fyri 2023.
Eina tíð hevur Løgmansskrivstovan arbeitt saman við Betri Trygging um at fyrireika eina grøna orkuskipan til at hita bygningarnar í Tinganesi og bygningin hjá Betri Trygging á Kongabrúnni.
Undanfarni løgmaður byrjaði verkætlanina um at gera Tinganes grønt, og skitsuprojekt og kostnaðarmeting vóru gjørd í 2022. Núverandi landsstýri vil halda fram við verkætlanini, sigur Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.
80.000 litrar av olju
Landið brúkar í dag góðar 80.000 litrar av olju um árið at hita bygningarnar í Tinganesi. Við dagsins oljuprísum verður sparingin umleið 318.000 kr. árliga við at leggja um til sjóvarhita.
Umframt eyðkendu reyðu bygningarnar uttast á Tinganesi, har Løgmansskrivstovan, Fíggjarmálaráðið og Uttanríkis- og vinnumálaráðið húsast, verða allir bygningarnir hjá landinum í Tinganesi og á Reyni knýttir í skipanina, tvs. yvir til bygningin í Gongini, har gamli Sjóvinnubankin helt til, og har Umhvørvismálaráðið og Løgmálaráðið húsast í dag.
22 bygningar
Talan er um 22 bygningar, ið landið eigur.
Í fíggjarlógaruppskotinum, sum er lagt fyri Løgtingið, verður biðið um fýra milliónir kr. aftrat til umbygging í Tinganesi, tvær milliónir í 2023 og tvær milliónir í 2024 at fremja verkætlanina.
Samlaði kostnaðurin av verkætlanini er mettur til umleið 8,9 mió. kr. Parturin hjá Løgmansskrivstovuni er 4,5 mió. kr.
Eftir ætlan skal skipanin takast í nýtslu í 2024.