Hallur og Rói við ímóti Rumenia

Hallur og Rói við ímóti Rumenia
Hallur Árason og Rói á Skipagøtu eru við á hondbóltslandsliðnum fyri fyrstu ferð, og Elias á Skipagøtu er við aftur í hópinum, sum skal spæla tveir dystir ímóti Rumenia í mars
Gjøgnumbrot: Óli Mittún er við aftur á landsliðnum eftir frálíka avrikið í heyst
Mynd: Hondbóltssamband Føroya  
 
16.02.2023 - 17:18

Hallur Árason og Rói á Skipagøtu eru við fyri fyrstu ferð, og Elias á Skipagøtu er við aftur á hondbóltslandsliðnum, sum skal spæla tveir EM-undankappingardystir ímóti Rumenia í mars.

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava tikið 17 spælarar út til dystirnar.

Høgri bakkurin úr VÍF og bakspælarin úr H71, sum vóru við í bruttohópinum, sum vandi saman í januar, loysa av fyri Vilhelm Poulsen og Kjartan Johansen, sum báðir sita uttanfyri við skaða.


Elias við aftur

Elias á Skipagøtu hevur ikki spælt hondbólt síðan síðsta summar, tá hann fekk ein álvarsaman knæskaða sum kravdi skurðviðgerð. Í januar segði landsliðsvenjarin, at tað ikki var vist, at IK Sävehof-spælskiparin gjørdist klárur til dystirnar ímóti Rumenia, og tí er óvist, hvussu stóran leiklut Elias á Skipagøtu fær hesa ferð.

Rókur Akralíð boðaði í januar frá, at hann gavst á landsliðnum, og í mun til seinasta landsliðshóp er Pætur Mikkjalsson úr AMO ikki óvæntað við.

Føroyska liðið savnast til venjingar í Føroyum mándagin 6. mars, har liðið fer at venja saman áðrenn heimadystin tveir dagar seinni. Síðan ferð liðið til Bukarest í Rumenia, har seinni dysturin millum liðini verður leygardagin 11. mars. Rumenia hevur tvey stig, meðan Føroyar onki stig hava enn. 


Føroyski hópurin:


Málverjar

Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)
Pauli Jacobsen, H71

Útileikarar

Leivur Mortensen, Frederiksberg IF (DEN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Peter Krogh, H71
Tróndur Mikkelsen, Ryger Stavanger (NOR)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN)
Pauli Mittún, Kristiansand (NOR)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtur, H71
Hallur Árason, VÍF
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DEN)
Allan Norðberg, KA Akureyri, (ISL)
Pætur Mikkjalsson, AMO (SWE)
Teis Horn Rasmussen, Follo HK, (NOR)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109