Virðisgjaldið hækkar ikki fyrr enn 1. september

Virðisgjaldið hækkar ikki fyrr enn 1. september
Virðisgjaldið fyri hybrid- og plug-in-hybridbilar verður tá tað sama, sum bensin- og dieselbilar hava
Samgongan í fíggjarnevndini mælir til, at dagfestingin at hækka virðisgjaldið verður 1. september.
 
15.02.2023 - 08:54

Meirilutin í fíggjarnevndini, samgongufólkini, mæla til, at virðisgjaldið á hybridbilum og plug-in hybridbilum hækkar 1.september í ár í staðin fyri 1.juli, sum landsstýrið ætlaði.

Virðisgjaldið verður tá tað sama, sum bensinbilar og dieselbilar hava.

Beinir Johannesen í Fólkaflokkinum mælir til ikki at hækka virðisgjaldið á hybridbilum og plug-in hybridbilum.

Magnus Rasmussen í Sambandsflokkinum mælir til, at virðisgjaldið á hybridbilum 1.januar 2024 verður tað sama, sum bensinbilar og dieselbilar hava.

Men virðisgjaldið skal ikki hækka fyri plug-in hybridbilum, sigur Magnus Rasmussen.

 

Vendir sosialt skeivt

Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum sigur, at uppskotið vendir sosialt skeivt.

Hann mælir til, at bilar, sum hava lægri CIF-gjald enn 350.000 kr., fáa lægri virðisgjald enn 100 prosent árini 2025 til 2028.

Sambært honum skulu persónbilar, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift, og sum vera skrásettir í fyrsta, øðrum ella triðja ársfjórðingi í ár, um teir hava eitt CIF-virði, sum er 350.000 kr. ella størri, rinda 30 prosent í virðisgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum til og við 100.000 kr. og 45 prosent í virðisgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum oman fyri 100.000 kr.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
LEITISSTEIN 18.03.2025 (FMA 2025)
189394
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238