
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vestmannatunnilin: Vilja hava tunnilsmunnan í Leynum
Vestmannatunnilin: Vilja hava tunnilsmunnan í Leynum
Eftir ætlan skal tunnilsmunnin vera oman fyri Kvívík, men vestmenningar halda, at Leynar er betra loysnin

Vestmenningar halda, at munnin í Vestmannatunlinum eigur at vera nærindis Vágatunlinum í Leynum.
15.02.2023 - 18:00
Stendur tað til vestmenningar, so verður tað ikki oman fyri Kvívík, at Vestmannatunnilin kemur út.
Um full nytta skal fáast av tunlinum, má tunnilsmunnin vera nærindis tunnilsmunnanum til Vágatunnilin. Tað vil siga í Leynum.
Bjørg á Rógvi er borgarstjóri í Vestmanna kommunu.
Tað heldur borgarstjórin í Vestmanna, Bjørg á Rógvi.
Av tí sama verður tunnilin næstan seks kilometrar langur, og ikki umleið fýra, ið er tann styttra og bíligara loysnin.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
15022023_Tunnilsmunni_og_Bjorg
Borgarstjórin í Vestmanna fær undirtøku fyri sínum sjónarmiði um longdina av tunlinum frá bæði rektararnum á Miðnámi og vinnulívsfólkum í bygdini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV