
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Styrkja fiskiveiðieftirlitið á sjónum og á landi
Styrkja fiskiveiðieftirlitið á sjónum og á landi
Økta játtanin verður bæði brúkt til eftirlitið á sjónum og við umskipingum og landingum í føroyskum havnum

Vørn fær tvær milliónir krónur aftrat á fíggjarlógini, so fiskiveiðieftirlitið kann styrkjast.
15.02.2023 - 17:00
Í uppskotinum til fíggjarlóg hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum hækkað játtanina til Vørn og fiskiveiðieftirlitið tvær milliónir kr..
Ein størri játtan styrkir fiskiveiðieftirlitið á sjónum. Eftirlitið við umskipingum og landingum í føroyskum havnum verður eisini styrkt.
Hoyr samrøðu við Óla Hans Olsen, stjóra í Vørn:
15022023_Vorn_og_eftirlit
Óli Hans Olsen er stjóri í Vørn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV