Kostar 300.000 kr. at kanna bilasølur

Kostar 300.000 kr. at kanna bilasølur
Kappingareftirlitið var farið undir kanningina, men hon var løgd til viks í fjør, tí arbeiðið krevur meira orku
Kappingareftirlitið legði kanningina av bilsølum til viks, tí hon krevur størri orku. (Savnsmynd)
 
15.02.2023 - 14:25

Tað fer at kosta einar 300.000 krónur, um Kappingareftirlitið skal taka arbeiðið uppaftur at kanna bilasølurnar, sum var lagt til viks í fjør.

Tað kom fram í dag, tá munnligir fyrispurningar vóru svaraðir í løgtinginum. 

 

Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum spurdi Høgna Hoydal, landsstýrismann. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum vildi vita, hví Kappingareftirlitið hevur lagt arbeiðið at kanna Bilasølurnar til viks, áðrenn kanningin var liðug. 

Kappingareftirlitið almannakunngjørdi í oktober í fjør eina kanning, sum vísti, at bilasølurnar í Føroyum hava størri vinning enn bilasølurnar í Danmark.  

Hví so er, varð ikki kannað, tí hetta krevur meiri orku. 

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svaraði Steffan Klein Poulsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Heilt ítøkiliga fer tað at kosta einar 300.000 krónur at gera kanningina lidna, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari sínum til Steffan Klein Poulsen:

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
LEITISSTEIN 18.03.2025 (FMA 2025)
189394
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238