Heim til børn og ung við autismu verður dýrari

Heim til børn og ung við autismu verður dýrari
Biðið verður um fýra milliónir aftrat, tí Landsverk hevur staðfest, at byggingin kostar meira enn 39 mió. kr.
Kostnaðurin fyri heimið á Argjum var fingin niður á 39 mió. kr., men nú er tørvur á fýra milliónum aftrat. (Savnsmynd)
 
15.02.2023 - 08:27

Almanna- og mentamálaráðið biður løgtingið um fleiri milliónir til búheimið og umlættingarheimið á Argjum til børn og ung við autismu.

29 mió. kr. vóru í 2018 játtaðar til byggingina. Talið fór upp í 39 mió. kr. í 2021.

Nú verður biðið um fýra milliónir aftrat, tí Landsverk hevur staðfest, at byggingin kostar meira enn 39 milliónir.

Eitt nú krevst stuðlamúrur oman fyri bygningina. Og nýggj krøv um brunatrygd eru komin frá Tórshavnar kommunu.

 

Tríggjar eindir

Byggingin umfatar tríggjar eindir, eina búfólkaeind til seks fólk, eina umlættingareind við seks plássum og eitt dagtilboð til 16 fólk.

Verkætlanin var boðin út í januar 2020. Kostnaðarmetingin tá var 41 mió. kr.

Lægsta tilboðið saman við øðrum útreiðslum var oman fyri 56 mió. kr. 

Arbeiðið var boðið út aftur eftir at broytingar vóru gjørdar.

Nú vóru 39 milliónir nóg mikið, var sagt tá.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
LEITISSTEIN 18.03.2025 (FMA 2025)
189394
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238