- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðavinnufelagið: Útlendingar vera fyri mismuni
Ferðavinnufelagið: Útlendingar vera fyri mismuni
Formaðurin í Ferðavinnufelagnum ávarar ímóti ætlanini um, at útlendingar skulu rinda meiri fyri at ferðast við Strandferðsluni enn føroyingar

Útlendingar fara at aftra seg við at koma til Føroya, um teir skulu gjalda meira at ferðast við Strandferðsluni enn føroyingar, sigur formaðurin í Ferðavinnufelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
15.02.2023 - 13:13
- Útlendingar fara at kenna seg fyri mismuni, um teir skulu rinda væl hægri prís við Strandferðsluni enn føroyingar. Tað fer at gera, at útlendingar ikki fara at koma til Føroya.
Tað sigur Árni Olsen, formaður í Ferðavinnufelagnum, sum var í Breddanum fyrrapartin.
Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni og Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, ætla at broyta ferðaseðlaprísirnar, so at útlendingar skulu rinda meira.
Árni Olsen sigur, at einki samskifti hevur verið millum partarnar um málið, og hann hevur uppskot um eina betri loysn.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
15022023_Arni_Olsen_um_ferdavinnu
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV