- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES: Eingin nýggjur bensin- og dieselbilur í 2035

Í 2035, um bara 12 ár, verður ikki longur loyvt at keypa nýggjar bilar og vørubilar, sum brúka diesel ella bensin, í ES.
Tað samtykti ES-tingið í gjár.
340 atkvøður vóru fyri uppskotinum, 279 ímóti og 21 atkvøddu ikki.
- Hetta er slóðbrótandi lóggáva, og eg ynski tinginum til lukku við hesi søguligu avgerð, segði varaforsetin í ES, Frans Timmermans, eftir at uppskotið var samtykt.
Harumframt kom ES-nevndin eisini við einum uppskoti um stór akfør og útlát. Nevndin vil banna býarbussum, sum brúka diesel.
Níggju milliónir bilar
Í fjør vóru skrásettir okkurt um níggju mió. bilar og vørubilar í ES.
Sambært DR vóru okkurt um 13 prosent elbilar.
Í fjør vóru 1100 elbilar skrásettir í Føroyum, 1642 persónbilar vóru skrásettir.
Í Danmark er fimti hvør seldi bilur el-bilur.
Støðan er heilt øðrvísi í Slovakia. Har vóru minni enn tveir av hvørjum hundrað seldum bilum í 2022 elbilar