Dysturin um finaluplássini byrjar

Dysturin um finaluplássini byrjar
Í kvøld verða fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi-steypakappingini í hondbólti við kvinnum spældar, og finaluliðini í fjør, Kyndil og H71, eru favorittar
Kom so: Neistin tekur ímóti H71 á Hálsi, meðan Kyndil vitjar Stjørnuna í Klaksvík
 
15.02.2023 - 17:22

Fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi-steypakappingini í hondbólti við kvinnum verða spældar í kvøld. 

Suverena oddaliðið í landskappingini, H71, er favorittur í Høllini á Hálsi ímóti Neistanum, sum tær eisini vunnu á um vikuskiftið.

Í hinum hálvfinaludystinum tekur Stjørnan ímóti Kyndli í KÍ-høllini í Klaksvík. Hetta er eisini ein endurtøka av dystinum um vikuskiftið, tá Kyndil vann ein sigur, sum kanska gjørdist eitt vet størri, enn spælið á vøllinum bendi á. 

Dysturin í Klaksvík byrjar klokkan 19.00, meðan Neistin og H71 geva bóltin upp klokkan 20.00. Seinnu hálvfinalurnar hjá kvinnunum verða spældar leygardagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109