- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tað siga tey um fíggjarlógina

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur lagt sítt fyrsta uppskot um fíggjarlóg fyri tingið.
Samgongan væntar, at avlopið í ár verður 141 milliónir krónur, ella 130 milliónir størri enn undanfarna samgonga metti í sínum fíggjarlógaruppskoti í heyst. Skotið verður eisini upp at minka ríkisveitingina 25 milliónir krónur í ár.
Umboðini fyri stóru andstøðuflokkarnar í Fíggjarnevndini siga, at tað at inntøkumetingin í hesum fíggjarlógaruppskotinum er 170 millónir størri enn í uppskotinum hjá undanfarnu samgongu, ger, at samgongan hevur størri frælsi at arbeiða.
Men bulurin í fíggjarlógaruppskotinum er tann, sum var lagdur í uppskotinum frá undanfarnu samgongu.
Hoyr samrøðu, sum Kári Mikkelsen gjørdi við Ruth Vang, landsstýriskvinnu, Magnus Rasmussen, sum umboðar Sambandsflokkin í Fíggjarnevndini, og Beinir Johannesen, formann í Fólkaflokkinum, sum eisini er limur í Fíggjarnevndini: