- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarlógin: Vænta 141 milliónir í avlopi í ár

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2023 hevur 141 mió. krónur í avlopi, og ríkisveitingin minkar 25 mió. krónur
Tað sæst í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg, sum Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur lagt fyri løgtingið.
Nakrar umraðfestingar
Landsstýrið sigur, at verandi støða við ongari fíggjarlóg kann ikki halda fram í longri tíð, og hevur tí avgjørt at taka støði í fíggjarlógaruppskotinum, sum varð latið løgtinginum í heyst.
Tó eru nakrar umraðfestingar gjørdar, bæði í løgum og í rakstri.
Eitt nú er peningur settur av til at styrkja eygleiðaraskipan á Vørn, at fremja átøk í veðurlagspolitikkinum og at fyrireika endurnýggjan av strandferðsluflotanum. Eisini eru raðfestar løgur, sum ikki vóru í fyrra uppskotinum.
Avlop og haldføri
Avlopið í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 verður 141 mió. krónur.
Samlaðu inntøkurnar eru mettar til 6.940 mió. krónur, meðan útreiðslumetingin sigur 6.799 mió. kr.
Av hesum fara 6.169 mió. kr. til rakstur og 630 mió. kr. til løgur og løgukendar útreiðslur.
Ríkisveitingin minkar 25 mió. krónur í ár.
Broyta tilfeingisgjøld
Seinni í ár fer landsstýrið at leggja uppskot fyri løgtingið um at broyta tilfeingisgjøld í ali- og fiskivinnuni, sum skal styrkja fíggjarliga haldførið í komandi tíðum.
Eisini ætlar landsstýrið at lækka skattin í samgongutíðarskeiðnum, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna.
Fíggjarlógaruppskotið kann lesast her.