Fíggjarlógaruppskotið lagt fram í dag

Fíggjarlógaruppskotið lagt fram í dag
Uppskotið hevur størri avlop enn uppskotið í fjør, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Fyrsta fíggjarlógaruppskotið hjá Ruth Vang, landsstýriskvinnu, verður lagt fram í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.02.2023 - 09:09

Fyrsta fíggjarlógaruppskotið hjá hesari samgonguni verður lagt fram á løgtingsfundi klokkan 11 fyrrapartin.

Útgangsstøðið er fíggjarlógaruppskotið, sum var lagt fram í heyst, við tillagingum og framskrivingum. 

Tað uppskotið datt burtur, tí val var útskrivað.

 

Størri avlop

Uppskotið, sum verður lagt fram í dag hevur størri avlop, enn uppskotið í fjør, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Uppskotið í fjør hevði 12 milliónir í avlopi.

Sambært uppskotinum verður blokkurin úr Danmark skorin 25 milliónir krónur, sum eisini stendur í samgonguskjalinum.

Fyrsta viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum verður hósdagin, sigur Ruth Vang.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
LEITISSTEIN 18.03.2025 (FMA 2025)
189394
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238