- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðavinnan: Tilknýti til Schengen hevur stóran týdning

Ferðavinnan tekur undir við, at útlendingalógin verður broytt, so hon svarar til donsku Schengenskipanina.
Fyri at Føroyar framhaldandi skulu knýtast til donsku skipanina í Schengensamstarvinum og varðveita støðuna í norðurlendsku passuniónini, er tað av stórum týdningi, at neyðugu broytingarnar verða gjørdar í útlendingalógini.
Tí tað er ein fortreyt fyri, at galdandi lóggáva á hesum økinum í Føroyum og Danmark er á leið tann sama, sigur Ferðavinnufelagið í hoyringarsvari.
Tey seinnu árini eru í ES samtyktar ein røð av ES-fyriskipanum, sum hava stóran týdning fyri Schengensamstarvið og marknaeftirlitið, og fyri stríðið móti brotsverkum tvørtur um landamørk í ES.
Portur inn í Schengen
Føroyar eru ikki limur ella partur í Schengen, men hava eitt “portur” inn í Schengenøkið.
Til tess krevst, at eftirlitið við inn- og útferð í Føroyum er eftir somu reglum sum í Schengenøkinum. Og at atgongd er til felags skrásetingarskipanina.
Schengensamstarvið er um eitt felags øki uttan innaru landamørk. Einki persónseftirlit er við felags landamørkini í Schengenøkinum.
Nú hevur landsstýrið skotið upp at broyta útlendingalógina við ríkislógartilmæli, so nýggju ES-reglurnar eisini verða brúktar í Føroyum.
Í Danmark komu hesar reglur í gildi í 2021.