Ætla at avgreiða neyðhjálp til Ukraina í dag

Ætla at avgreiða neyðhjálp til Ukraina í dag
Allar tríggjar viðgerðirnar vera á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11
Løgtingið fer eftir ætlan í dag at viðgera uppskot um neyðhjálp til Ukraina og jarðskjálvtaøkini í Turkalandi og Sýria.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.02.2023 - 08:29

Tingfundur verður í dag, og tá ætlar landsstýrið at lata sjey milliónir krónur í neyðhjálp til Ukreina, og 500.000 konur í neyðhjálp til Sýria og Turkalands, sum eru rakt av jarðskjálvtum.

Fíggjarlógin fyri 2023 er ikki samtykt enn, og landsstýrið kann ikki av sínum eintingum lata neyðhjálp.

Tí er ætlanin, at løgtingið skal skundviðgera eitt uppskot um broytung í bráfeingis játtanarlógini, so neyðhjálpin kann latast.

Tað vil siga, at fyrsta, onnur og triðja viðgerð verða ætlandi í dag.

 

Størsta einstaka upphæddin

Tær sjey milliónir krónurnar til Ukraina eru størsta einstaka upphæddin, sum Føroyar hava latið í neyðhjálp, og hon skal latast gjøgnum ST-flóttafólkastovnin, UNHCR.

Endamálið við neyðhjálpini er at hjálpa teimum mest viðbreknu.

Neyðhjálpin til Sýria og Turkaland fer til at veita teimum neyðstøddu fyrstuhjálp og sálarliga fyrstuhjálp, mat, vatn, teppir og sjúkraflutningstænastu.

Tingfundurin byrjar klokkan 11, og tá skal eisini atkvøðast um at víkja frá tíðarfreistunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
LEITISSTEIN 18.03.2025 (FMA 2025)
189394
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238