- Tíðindi, mentan og ítróttur
10 milliónir til Stórhøllina næsta ár

10 milliónir krónur eru settar av í uppskotinum til fíggjarlóg til Stórhøllina í Hoyvík í 2024, og 10 milliónir krónur aftrat í 2025.
Fyrireikingarnar til høllina eru byrjaðar, og Almanna- og mentamálaráðið fer at seta neyðugar treytir, ið skulu verða uppfyltar, áðrenn stuðul verður veittur.
Millum treytirnar er, at høllin skal lúka øll altjóða krøv sum hondbólts- og flogbóltshøll.
Í ávikavist 2024 og 2025 verða settar 10 milliónir krónur av til endamálið, so tað samsvarar við politisku ætlanina um at veita stuðul til verkætlanina.
Í ár verður skotið upp, eins og í fjør, at seta 5 milliónir krónur av til Stórhøllina.
Ein heimildarlóg skal gerast, sum fevnir um allan stuðulin frá landinum, sum er tilsamans 30 milliónir krónur.
Sjálvsognarstovnurin Føroya Arena væntar, at høllin verður liðug í 2025.