Ov lítil neyðhjálp latin Sýria

Ov lítil neyðhjálp latin Sýria
Higartil eru tilsamans meira enn 33.000 fólk deyð í jarðskjálvtunum í Turkalandi og Sýria
Martin Griffith er stjóri fyri ST-neyðhjálpini.
 
13.02.2023 - 10:14

Stjórin fyri ST-neyðhjálpini, Martin Griffith, sigur, at heimurin hevur svikið jarðskjálvtaraktu økini í útnyrðingspartinum av Sýria, tí ov lítil neyðhjálp er send hagar.

Tað er torført at hjálpa fólkunum í vanlukkuøkjunum, og sambært keldu í ST, er stígur komin í hjálparveitingina til henda part av landinum, tí tað gongur striltið at fáa heimild frá einum uppreistrarbólki at koma inn í økið.

- Okkara skylda og okkara ábyrgd er at rætta hetta mistakið skjótast gjørligt, sigur Griffith.

Einasta marknaliðið millum Turkaland og Sýria, sum er opið nú, er Bab al-Hawa, og tað liggur partvíst í skeljasori eftir jarðskjálvtarnar fyri viku síðani.

Í gjár segði sýriski forsetin, Bashar al-Assad, at nú verður umhugsað at lata upp fleiri marknalið til Turkaland fyri at fáa neyðhjálp inn í landið.

Í Sýria eru higartil 3.574 fólk staðfest deyð, men talið er ikki dagført síðani fríggjadagin. 

 

Avvarðandi leita í húsatoftunum eftir jarðskjálvtan í Sýria. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Fleiri helst deyð

Tað er torførari at fáa yvirlit yvir støðuna í krígsherjaða landinum, har milliónir av flóttafólkum búgva, enn í Turkalandi, og veruliga deyðatalið er helst størri.

Fyrsta altjóða hjálpin til økið, har uppreistrarbólkar í Sýria hava valdið, kom fram tríggjar dagar eftir jarðskjálvtarnar, og útlitini fyri at finna fólk á lívi í húsatoftunum eru vánalig.

ST fer í næstum at biðja heimsins lond um hjálp til eitt ST-átak í Turkalandi og Sýria. Átakið skal vara í tríggjar mánaðir.

Griffith vónar, at hjálpin kemur fram til økini í Sýria, sum stjórnin og uppreistrarbólkar hava valdið á, men átakið er ikki liðugt fyrireikað enn.

Túsundtals hjálparfólk leita framvegis eftir fólki í húsatoftunum í báðum londunum, men møguleikin at finna fólk á lívi er evarska lítil. 

Higartil eru tilsamans meira enn 33.000 fólk deyð í jarðskjálvtunum, vísa tøl frá í gjár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109