- Tíðindi, mentan og ítróttur
MEGD: Alt ov stutt hoyringarfreist

Tað gongur ofta ov striltið við hoyringum, tá ræður um almennar byggiverkætlanir.
Tað sigur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, sum finst at, at felagið bert fekk nakrar fáar arbeiðstímar at viðgera um- og útbyggingina av eftirskúlanum Rásini í Runavík, áðrenn freistin við møguligum svarskrivi var úti.
Hoyr innslag í útvarpstíðindum:
Í almennari grein vísir MEGD á, at meginfelagið og limafeløgini eiga at fáa til hoyringar lógaruppskot, ið viðvíkja brekøkinum. Í hesum føri fekk MEGD ikki uppskotið sent beinleiðis til hoyringar, hóast meginfelagið má metast at vera ein natúrligur hoyringarpartur, sigur felagið.
Útvarpið hevur biðið um viðmerking frá landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen.
Hann sigur, at hann fyrst má seta seg inn í málið, áðrenn hann kann koma við einum svari til atfinningarnar frá Megd.