
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður umsitur einsamallur Suðuroyartunnilin
Løgmaður umsitur einsamallur Suðuroyartunnilin
Tað skal vera greitt, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum, sigur Aksel V. Johannesen

Aksel V. Johannesen, løgmaður, umsitur øll almennu partafeløgini, eisini Suðuroyartunnilin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
13.02.2023 - 12:58
- Hetta er bert ein tillaging og ikki tí, at onkur skal setast uppá pláss. Tað skal vera greitt, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í sambandi við kunngerðina um, at øll viðurskifti viðvíkjandi Suðuroyartunlinum nú liggja hjá sær.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
13022023_Aksel_um_Suduroyartunnil
Soleiðis søgdu Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, í sjónvarpinum um Suðuroyartunnilin, tá nýggja landsstýrið tók við 22. desember í fjør:
221222_DV_AKSEL_DENNIS
Hetta er fráboðanin í Kunngerðablaðnum, sum ásetir, at løgmaður umsitur alt, sum hevur við Suðuroyartunnilin at gera.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV