Kina: Ólógligar amerikanskar ballónir í kinesiskum loftrúmi

Kina: Ólógligar amerikanskar ballónir í kinesiskum loftrúmi
Skuldsetingarnar koma, eftir at ein kinesisk ballón var skotin niður út fyri strondini í South Carolina fyri átta døgum síðani
Kinesiska ballónin var skotin niður út fyri strondini í South Carolina fyri átta døgum síðani.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.02.2023 - 09:36

Síðani 2022 hava amerikanskar ballónir ólógliga sveimað høgt yvir kinesiskum loftrúmi, og tað hevur verið gjørt í minsta lagi 10 ferðir.

Tað skrivar kinesiska uttanríkisráðið, sambært Reuters.

Skuldsetingarnar koma, eftir at ein kinesisk ballón var skotin niður út fyri strondini í South Carolina fyri átta døgum síðani.

Kinesiskir myndugleikar hava viðgingið, at teir eiga ballónina, men siga, at tað var ein veðurballón, sum var farin av kós. 

 

Njósning

Men USA heldur, at ballónin er brúkt til njósning.

Fleiri ballónir og aðrir flúgvandi lutir hava verið at sæð yvir Norðuramerika seinastu vikuna.

Um vikuskiftið vóru tríggir flúgvandi lutir skotnir niður yvir USA. 

Kina sigur í dag, at tey vita einki um hesar lutir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109