Forsetin heitir á Netanyahu um at útseta atkvøðugreiðslu

Forsetin heitir á Netanyahu um at útseta atkvøðugreiðslu
Ísraelska stjórnin ætlar at geva sær størri vald at tilnevna dómarar, og hon ætlar eisini at gera Hægstarætt veikari
Benjamin Netanyahu er forsætisráðharri í Ísrael.
 
13.02.2023 - 08:28

Ísraelski forsetin, Isaac Herzog, heitir á Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, um at útseta atkvøðugreiðsluna um umstríddu broytingarnar í rættarskipanini í landinum.

Ísraelska stjórnin ætlar at geva sær størri vald at tilnevna dómarar, og hon ætlar eisini at gera Hægstarætt veikari.

Tað verður gjørt á tann hátt, at ein vanligur meirluti í tjóðartinginum kann samtykkja lógir, sum Hægstirættur fyrr hevur víst frá sær.

Stórar mótmælisgongur hava verið í sambandi við uppskotið, og tey, sum finnast at, siga, at uppskotið fer at gera demokratiið í Ísrael veikari.

Eftir ætlan verður atkvøtt um uppskotið í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109