- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svøríki: Burturbeint koronuskamtir
Svøríki: Burturbeint koronuskamtir
Svøríki hevur beint burtur næstan 8,5 milliónir skamtir við koppseting fyri Covid-19, veit svenska útvarpið at siga frá hagtølum hjá fólkaheilsumyndugleikunum.

Mynd: Johan Nilsson/TT
12.02.2023 - 18:38
Talan skal sostatt vera um, at beint er fyri næstan einum fimtaparti av øllum teimum skamtum, Svøríki keypti fyri at vera ført fyri at standa ímóti koronufarsóttini.
Fyrrverandi koronusamskiparin í Svøríki, Richard Bergström, metir virðið á burturbeindu skamtunum at liggja um hálvaaðru milliard krónur, svarandi til eina lítla millión í okkara krónum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV