- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samgonguskjalið undir lupp

Á fundinum verður samgonguskjalið sett undir lupp, men uttan at gera tað partapolitiskt, og talan verður bæði um framløgur og pallborðsorðaskifti.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer at greiða frá ætlanunum hjá samgonguni, og síðani greiða Jón Sigurdsson frá Føroya Arbeiðsgevarafelag og Sonja Jógvansdóttir frá Samtaki frá sínum sjónarmiðum.
Hans Kári Vang frá Kommunufelagnum greiðir frá fíggjarligu avleiðingum fyri kommunala geiran, og Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur, fer at gera sínar búskaparligu metingar av samgonguskjalinum.
Við pallborðið, ið síðani sleppur framat, sita Aksel V. Johannesen, løgmaður, landsstýrisfólkini, Høgni Hoydal og Ruth Vang, stjórin á Bakkafrost, Regin Jacobsen, formaðurin í Starvsfelagnum, Súni Selfoss, og formaðurin í Kommunufelagnum, Torbjørn Jacobsen.
Ben Arabo stjórnar fundinum, ið byrjar mikukvøldið klokkan 19.