- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í tøkum tíma at stytta arbeiðsvikuna
Í tøkum tíma at stytta arbeiðsvikuna
Vit eru langt aftan fyri hini Norðurlondini, sigur Ingeborg Vinther, fyrrverandi forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag

Ingeborg Vinther var forkvinna í Føroy Arbeiðarafelag í ein mansaldur.
10.02.2023 - 12:59
- Tað er í tøkum tíma, at arbeiðsvikan verður stytt, heldur Ingeborg Vinther, sum í ein mansaldur var forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.
Hon var í Breddanum fyrrapartin.
- Fólk í dag eru ógvuliga strongd, tí ferðin á arbeiðsmarknaðinum er so stór. Og tá ræður um at bøta um viðurskiftini hjá løntakarum, eru vit altíð langt aftan fyri hini Norðurlondini, sigur hon:
10022023_Ingeborg
Segði Ingeborg Vinther, fyrrverandi forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag í sendingini, Breddin, fyrrpartin.
Breddin verður endursendur eftir tíðindini á nátturða.
Og sendingin liggur eisini á heimasíðu okkaram, kvf.fo.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV