- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur býráðslimur í Vági
Nýggjur býráðslimur í Vági
Anna Brattaberg Samuelsen er komin í Vágs býráð fyri Dennis Holm, sum er farin í landsstýrið

Anna Brattaberg Samuelsen hevur tikið sæti í býráðnum í Vági.
Mynd: Vágs kommuna
09.02.2023 - 09:13
Anna Brattaberg Samuelsen er komin í Vágs býráð fyri Dennis Holm, sum er farin í landsstýrið, og tí hevur biðið um at fingið farloyvi.
Anna Brattaberg Samuelsen fer í vinnu- og havnarnevndina, ferðslunevndina og nevndina fyri eldrasambýlið í Vági.
Hon er eisini varalimur í fíggjarnevndini og í sosialu nevnd.
Listi E hevur fýra fólk í Vágs býráði.
Anna Brattaberg Samuelsen bleiv nummar fimm á kommunuvalinum í 2020. Hon fekk 29 atkvøður.
Dennis Holm fekk 160 atkvøður.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV