Høgni Hoydal og Lars Løkke hittust í Nuuk

Høgni Hoydal og Lars Løkke hittust í Nuuk
Ráðstevna um Arktis er í grønlendska høvuðsstaðnum í hesum døgum
Í hesum tíðum gerst tað alsamt meira týdningarmikið at røkja sambond við grannar og samstarvspartar fyri at tryggja frið og støðufesti í Arktis og Norðuratlantshavinum, sigur Høgni Hoydal.
 
09.02.2023 - 08:39

Lars Løkke Rasmussen, uttanríkismálaráðharri, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, hittust í Nuuk í gjár.

Har er ráðstevna um Arktis. 

Lars Løkke Rasmussen hitti eisini Vivian Motzfeldt, grønlendsku landsstýriskvinnuna í uttanríkismálum.

Á skránni var, sum ikki einaferð, lyftið hjá donsku stjórnini um føroyskan og grønlendskan lut í uttanríkis- og trygdarpolitikkinum hjá ríkinum.

 

Føroyar og Grønland vera tikin við

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, segði í fólkatinginum týsdagin, at landsstýrini bæði og fólkatingsfólkini hjá Grønlandi og Føroyum vera tikin við, tá nýggj semja skal gerast um verjuna. 

Ráðstevnan í Nuuk var í gjár og er eisini í dag.

Landsstýrið í Grønlandi og ES skipa fyri.

 

Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, er eisini á ráðstevnuni í Nuuk í hesum døgum. (Mynd: Sermitsiaq)

 

Friður og støðufesti

- Í hesum tíðum gerst tað alsamt meira týdningarmikið at røkja sambond við grannar og samstarvspartar fyri at tryggja frið og støðufesti í Arktis og Norðuratlantshavinum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Veðurlagsbroytingar ávirka lívskor, lívfrøðiliga margfeldnið og náttúru, og harvið grundarlagið fyri at liva og virka í Arktis og Norðuratlantshavinum, sigur hann.

Á ráðstevnuni, sum eitur International Cooperation in the Arctic: Moving Forward, eru millum annað svenski uttanríkisráðharrin, Tobias Billstrøm, og Virginijus Sinkevicius, ES-kommisserur fyri umhvørvi, hav og fiskivinnu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
LEITISSTEIN 18.03.2025 (FMA 2025)
189394
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238