- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skuldarmarkið: Veitingar frá landinum skulu telja við

Nú skulu veitingar frá landinum telja við, tá skuldarmarkið hjá kommununum verður ásett.
Landsstýrið mælir til at broyta kommunustýrislógina.
Arbeiðsbólkurin, sum eftirmetti eldraøkið, kom við tilmæli um at áseta skuldarmarkið hjá kommunum soleiðis, at veitingar frá landinum eisini telja við.
Javnseta kommunur
Nú telur bara persónsskatturin við, um nettoskuldin er størri enn árliga inntøkugrundarlagið hjá kommununi. Tá soleiðis er, krevst loyvi frá landsstýrisfólkinum at taka lán.
Endamálið við uppskotinum er at dagføra og javnstilla kommunur soleiðis, at skuldarmarkið hjá kommununum verður sett í mun til inntøkugrundarlagið í kommununum.
Ætlanin er, at eftirlønarskatturin og endurgjaldið, sum kommunurnar fáa fyri DIS, FAS og aðrar frádráttir, skulu takast við, tá skuldarmarkið skal ásetast