Sjálvstýri fer at savna undirskriftir

Sjálvstýri fer at savna undirskriftir
Flokkurin fekk einki fólk á ting á valinum í vetur
Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri, á løgtingsvali í desember. Tað eydnaðist ikki flokkinum at fáa umboð valt á ting hesa ferð.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.02.2023 - 08:41

Sjálvstýri skal endurstovnast og stilla upp á komandi løgtingsvali.

Flokkurin fekk einki fólk á ting á valinum í vetur.

Hann fekk 938 atkvøður, 2,7 prosent, 0,7 prosentstig færri enn í 2019.

 

Savna undirskriftir

Á aðalfundinum hjá Norðoya sjálvstýrisfelag 21.februar, verður farið undir at savna undirskriftir fyri at fáa flokkin endurstovnaðan. 

Í minsta lagi 800 undirskriftir krevjast fyri, at flokkur kann stilla upp á løgtingsvali

Á aðalfundinum hjá Norðoya sjálvstýrisfelag fer Sámal Petur í Grund, floksformaður, at siga frá søguni hjá Sjálvstýri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856