Sleppa ikki at seta so nógv smolt út

Sleppa ikki at seta so nógv smolt út
Heilsufrøðiliga starvsstovan heldur ikki, at Bakkfrost hevði tamarhald á lúsastøðuni í 2021-2022
Lýs í sunnara aliøki á Gøtuvík og í Leirvíksfirði suður hjá Bakkafrosti farming gera, at felagið sleppur ikki at seta út so nógv smolt, sum søkt var um. (Savnsmynd)
 
07.02.2023 - 10:54

Lýs í sunnara aliøki á Gøtuvík og í Leirvíksfirði suður hjá Bakkafrosti farming gera, at felagið sleppur ikki at seta út so nógv smolt, sum søkt var um.

Tað hevur Heilsufrøðiliga starvsstova avgjørt.

Søkt var um eina millión smolt í báðum førum, men loyvi er givið til ávikavist 700.000 og 900.000 smolt.

Heilsufrøðiliga starvsstovan heldur ikki, at Bakkafrost hevði tamarhald á lúsastøðuni í rakstrarumfarinum 2021-2022.

 

Fellið er vaksið

Fellið í aliøkinum, sum eitur A-25, er vaksið síðani seinasta umfar.

Mett verður, at fá átøk eru rættað móti teimum avbjóðingum, sum vóru seinasta umfar, samstundis sum fleiri óvissur eru knýttar at átøkunum, sigur Heilsufrøðiliga starvsstova. 

Hinvegin hevur Bakkafrost fingið fellið niður í aliøkinum A-47 millum tvey tey seinastu rakstrarumførini, tey eru frá 2019 til 2021 og frá 2021 til 2022, sigur starvsstovan. 

Ein neyvari lúsaætlan gevur sannlíkindi fyri eini upp aftur betri lúsastøðu í umfarinum 2022 til 2024, sigur starvsstovan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342