- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður ikki loyvt at brúka 500 evru seðlar

Forboð verður sett fyri at brúka 500 evru-seðlar.
Tað er ein broyting, sum er á veg, nú lógirnar um hvítvask skulu dagførast og skerpast.
Í fyrsta umfari sendir Uttanríkis- og vinnumálaráðið, vegna ríkismyndugleikarnar, uppskot til hoyringar um kongaliga fyriskipan um at dagføra hvítvasklógina á ikki yvirtiknum málsøkjum.
Uppskot um at broyta føroysku hvítvasklógina kemur í næstum. Broytingarnar í donsku lógini koma í gildi 1. juli.
Lógin, sum er galdandi nú, er frá 2019.
Fiatgjaldoyra
Ein onnur broyting er um tykisligt, virtuelt, gjaldoyra og fiatgjaldoyra.
Fiatgjaldoyra er gjaldoyra, sum ikki byggir á rávøru so sum gull ella silvur.
Tað er gjaldoyra, sum ein ríkisstjórn sigur er lógligt at brúka.
Nýtt er eisini, at tey, sum arbeiða í Fíggjareftirlitinum, hava ikki loyvi til at upplýsa, hvør hevur boðað frá um fyritøku ella fólk, sum ikki heldur lógina um hvítvask.