Hægsta boðið fyri partabrøvini er 16,1 millión

Hægsta boðið fyri partabrøvini er 16,1 millión
Fíggjarnevndin skal taka støðu til boðið upp á partabrøvini hjá landinum í Tjaldri
Eyðgunn Samuelsen, forkvinna, og hini í fíggjarnevndini skulu taka støðu til boðið upp á partabrøvini hjá landinum í Tjaldri.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.02.2023 - 11:30

Hægsta boð upp á partabrøvini hjá landinum í partafelagnum Tjaldri er 16,1 mió. kr.

18,2 mió. kr. eru í uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum um broytingar í bráðfeingis játtanarlógini fyri 2023.

Tað uppskotið er í fíggjarnevndini, sum skal taka støðu til boðið, sum er 16,1 millión. Fíggjarnevndin fær uppskot um tað frá Fíggjarmálaráðnum.

Fyrr var roknað við sjey milliónum.

Men grannskoðanarvirkið Januar, sum selur partabrøvini fyri landið, metti, at ognarparturin hjá landsstýrinum er verdur 18,2 til 23,1 mió.kr.

Januar heldur, at P/f Tjaldur er 650 til 825 milliónir krónur vert. 

Landið eigur 2,8 prosent í Tjaldri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
LEITISSTEIN 18.03.2025 (FMA 2025)
189394
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238