BP 192 milliardir í vinningi

BP 192 milliardir í vinningi
Hetta er størsta avlop hjá bretska oljufelagnum higartil
Avlopið hjá British Petroleum í fjør setti met.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.02.2023 - 15:06

Bretska oljufelagið BP hevði 27,6 milliardir dollarar í vinningi í fjør.

Tað er størsta avlopið hjá BP higartil, skrivar Reuters.

Uppæddin svarar til umleið 192 milliardir krónur.

Hinir kappingarneytarnir í oljuvinnuni Shell, Exxon Mobil og Chevron hava eisini kunngjørt stór avlop, skrivar Reuters.

Russiska innrásin í Ukraina hevur ávirkað orkuprísirnar nógv.

Seinast British Petroleum, BP, hevði eitt metár var í 2008. Tá hevði oljufelagið 26 milliardir dollarar í vinningi. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109