- Tíðindi, mentan og ítróttur
Triðja byggistig verður 23 milliónir dýrari enn mett
Triðja byggistig verður 23 milliónir dýrari enn mett
Útreiðslurnar at um- og útbyggja miðnámsskúlan á Kambsdali kunnu nú í mesta lagi vera 94 mió. kr.

Miðnámsskúlin á Kambsdali verður bæði um- og útbygdur, og kostnaðurin kann í mesta lagi vera 94 mió. kr. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
06.02.2023 - 09:19
Nú verður farið undir triðja byggistig, tá miðnámsskúlin á Kambsdali verður umbygdur og útbygdur.
Tað kostar 23 milliónir krónur meira enn fyrr mett. Tað var í fjør vár.
Útreiðslurnar til verkætlanina kunnu nú í mesta lagi vera 94 mió. kr.
Uppskotið farið til hoyringar
Tá eru prosjektering og innbúgv tald við. Uppskot um hetta er sent til hoyringar.
Talan er um lógarbroyting, tí í galdandi lóg eru 71 milliónir.
Men nú koma 23 milliónir afturat, eftir at tilboðini eru komin, sigur Barna- og útbúgvingarmálaráðið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV