Talið á deyðum nærkast nú 1.500

Talið á deyðum nærkast nú 1.500
Turkaland hevur biðið umheimin um hjálp eftir jarðskjálvtan í nátt, og higartil hava 45 lond boðið sær til at hjálpa
Turkiski forsetin sigur, at 3.000 bygningar eru lagdir í oyði, og túsundtals fólk liggja undir hústoftunum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.02.2023 - 13:22

Talið á deyðum í Turkalandi og Sýria av ógvusliga jarðskjálvtanum í Turkalandi í nátt nærkast nú 1.500.

Miðdepilin í jarðskjálvtanum, sum varð máldur til 7,8 á Richter-stiganum, var við býin Gaziantep í útsynningspartinum av Turkalandi nærindis sýriska markinum. Skjálvtin, sum var í nátt klokkan 17 minuttir yvir 1 føroyska tíð, var so ógvusligur, at ristingar vóru skrásettar á Bornholm, í Noregi og Grønlandi.

 

3.000 bygningar lagdir í oyði

Eingin minni skjálvti var undan stóra skjálvtanum, sum annars er rættiliga vanligt, og tí lógu flest fólk og svóvu, tá alt fór at rista, og bygningar rapaðu.

Sambært turkiska forsetanum, Recep Tayyip Erdogan, eru næstan 3.000 bygningar í Turkalandi lagdir í oyði, og mett verður, at fleiri túsund fólk framvegis liggja undir húsatoftunum.

Fleiri eftirskjálvtar hava eisini verið, og fyri góðum tveimum tímum síðani var ein jarðskjálvti aftrat. Hann hevði miðdepil góðar 70 kilometrar norðan fyri jarðskjálvtan í nátt. Sagt verður, at hesin jarðskjálvtin var mátaður til 7,7 á Richter-stiganum.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

45 lond hjálpa

Turkiski forsetin segði fyrr í dag, at higartil hava 45 lond boðið sær til at hjálpa við leiti- og bjargingararbeiðnum.Erdogan segði seg ikki kunna siga, hvussu nógv hava latið lív í jarðskjálvtanum, men hann sigur, at talan er um størstu vanlukku í landinum síðani 1939, tá ein jarðskjálvti kravdi meir enn 30.000 mannalív.

Bjargingarlið úr Evropa eru á veg til Turkalands, skrivar Janez Lenarcic, ES-kommisserur fyri humanitera hjálp og kreppustýring, á Twitter. Hann skrivar, at lið úr Hollandi og Rumenia longu eru send avstað. Turkaland hevur heitt á umheimin um hjálp.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Jarðskjálvti aftrat borgakríggi

Eisini í Sýria, sum frammanundan er illa statt av 11 ára longum borgarakríggi, merkja tey avleiðingarnar av jarðskjálvtanum. Borgarakríggið hevur longu gjørt nógvan skaða á bygningar í landinum, og tí klára teir upp aftur minni at standa ímóti einum jarðskjálvta sum hesum.

Sambært ST búgva umleið 1,8 milliónir fólk í flóttafólkalegum har norðuri í Sýria, og tey eru serliga útsett í eini náttúruvanlukku sum hesari. 

Fyri at gera ilt verri, hevur veðrið verið ógvuliga ringt á leiðini seinastu dagarnar, og er tað framvegis. Tað er kavastormur, og kuldin fer væl niður um frostmarkið og ger tað upp aftur verri hjá fólki at standa ímóti, umframt at tað kann tarna hjálpararbeiðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109