Musharraf deyður

Musharraf deyður
Fyrrverandi pakistanski forsetin kom til valdið í 1999 eftir hernaðarkvett
Pervez Musharraf var forseti í Pakistan frá 2001 til 2008.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.02.2023 - 10:46

Fyrrverandi pakistanski forsetin, Pervez Musharraf, doyði í gjár á einum sjúkrahúsi í Dubai, 79 ára gamal.

Tað váttar eitt talsfólk hjá pakistansku sendistovuni í Dubai fyri Reuters.

Pervez Musharraf var við í einum hernaðarkvetti, sum í 1999 koyrdi stjórnina hjá táverandi forsætisráðharranum, Nawaz Sharif, frá.

Hann var forseti frá 2001 til 2008 og var roknaður sum politiskt hóvligur og vinaliga sinnaður mótvegis vesturheiminum.

Pervez Musharraf var ofta nevndur í tíðindunum í árunum eftir yvirgangsálopini í USA 11. september 2001.

Hóast nógvar atfinningar í heimlandinum, tók hann undir við  amerikanska krígnum móti yvirgangi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109