- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mæla til at varðveita gomlu verjuskipini

Stendur tað til embætisfólk í danska verjumálaráðnum, sum hava gjørt eitt upprit til donsku stjórnina, so verða tey fýra verjuskipini, sum millum annað virka her hjá okkum og í Grønlandi, ikki skift út í bræði.
Miðilin Altingið hevur fingið innlit í uppritið, og har sæst, at embætisfólkini mæla til, at tey fýra verjuskipini av Thetis-slagnum, eiga at verða umvæld, so tey kunnu brúkast í nógv ár afturat.
Danska stjórnin hevur ætlanir um at skifta Thetis-skipini út í 2030, men Verjumálaráðið mælir heldur til, at nýggir varðbátar - patruljubátar - verða bygdir til at virka í Eystursjónum.
Nógv slitin
Anders Puck Nielsen, sum er verjugreinari á danska verjuakademinum, sigur við Altingið, at tey fýra skipini, Thetis, Triton, Vædderen og Hvidbjørnen, eru so slitin av at virka í arktiskum øki, at tað kann gerast kostnaðarmikið at hava tey í flotanum í nógv ár afturat.
Útreiðslurnar av at umvæla og viðlíkahalda, umframt at tey brúka sera nógva olju, fara í longdini ikki at loysa seg fíggjarliga, samanborið við at byggja nýggj skip, sigur hann.