Kinesisk ballón í kolumbianskum loftrúmi

Kinesisk ballón í kolumbianskum loftrúmi
Kinesiskir myndugleikar siga, at eisini henda ballónin er farin av kós
Leygardagin skeyt USA kinesisku ballónina niður. Nú er ein ballón eisini sædd í kolumbianskum loftrúmi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.02.2023 - 14:53

Ein kinesisk ballón aftrat er sædd sveima yvir Amerika,  hesa ferð í kolumbianskum loftrúmi.

Kinesiskir myndugleikar hava váttað, at ballónin, sum ferðast í 17.000 metrar hædd, er kinesisk.

Mao Ning, talsmaður hjá kinesiska uttaríkisráðnum, sigur sambært AFP, at ballónin er farin av kós.

Leygardagin skeyt USA eina líknandi ballón niður, tá hon var rikin av landøki út yvir Atlantshavið.

Kinesiskir myndugleikar hava funnist at USA fyri at skjóta ballónina niður, tí hon sambært Kina bert var brúkt til veðurmátingar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109