- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samráðast um makrel
Samráðast um makrel
Mánadagin sessast umboð fyri Føroyar við samráðingarborðið í London at samráðast við Grønland, Norra, Ísland, Bretland og ES um makrelin.
04.02.2023 - 18:41
Tilsamans skulu 782.000 tons av makreli býtast, men sum skilst, eru eingi serlig útlit fyri semju.
Samráðingarumfarið mánadagin, sum verður í London, er tað fyrsta av trimum.
Londini hittast aftur tann 6. mars og síðani tann 27. mars, og samráðingarfundirnir eru í London og Nuuk.
Talan er um ikki smávegis virði, tí grønlendska avísin, Sermitsiaq, veit at siga, at bara Norra í fjør útflutti 343.250 tons av makreli fyri 4,3 milliardir krónur, sum er 280 milliónir meira enn árið fyri.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV